Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-082/2022 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmanni, settur landsstýrismanni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um sjúkrarøktarfrøðingar og lønarlyft.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru valdir frá, nú samgongan ætlar at lyfta lønirnar hjá útvaldum starvsbólkum á umsorganarøkinum?

2. Hevur útihýsingin av sjúkrarøktarfrøðingunum nakað við sáttmála-samráðingarnar í 2017 at gera, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir nýttu verkfalsrættin til at koma til eitt rímiligt úrslit?

3. Væntar landsstýrismaðurin, at tað eggjar fólki at lesa sjúkrarøktarfrøði, sum er hægsta útbúgving innan umsorganarøkið, tá starvsbólkurin verður útihýstur í samband við lønarlyftið?

4. Er tað eftir avtalu við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, at hesin starvsbólkur ikki fær eitt lønarlyft?

Svar til spurning 1
Sambært samgonguskjalinum, so er ætlanin, at teir lægst løntu fakbólkarnir á umsorganarøkinum skulu hava eitt lønarlyft. Hetta er m.a. grundað á, at tørvur verður á alsamt meiri arbeiðsmegi innan hetta økið tey komandi árini.

Tá ið sagt verður, at tey lægst løntu skulu hava eitt lønarlyft, so meinast við heilsurøktarar, heilsuhjálparar, námsfrøðingar og hjálparfólk.

Svar til spurning 2
At sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki eru við í lønarlyftinum hevur einki við sáttmálasamráðingarnar í 2017 at gera.

Svar til spurning 3
Áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði er ikki minkandi. Talið av umsóknum at lesa sjúkrarøktarfrøði hevur tey seinastu 10 árini verið at kalla tað sama, og er umleið tað tvífalda av hvussu nógv lesandi verða upptikin. Tað sær tí ikki út til, at áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði er minkadi ella í vanda.

Her er eitt yvirlit yvir hvussu nógvar umsóknir at lesa sjúkrarøktarfrøði vóru í tíðarskeiðnum 2014-2022 og hvussu nógv vórðu upptikin.

##med2##

Í sambandi við noktandi svar um upptøku, so er talan um heilt fáar umsøkjarar, sum fáa eitt noktandi svar. Allir umsøkjarar, sum lúka treytirnar, koma á ein bíðilista. Tað eru sera fáir umsøkjarar, sum ikki eru skikkað og tí fáa eitt noktandi svar.

Svar til spurning 4
Avgerðin um eitt lønarlyft, og hvussu lønarlyftið er sett upp, er ikki ein avtala, sum Landsstýrið hevur gjørt við nakað fakfelag.

Tinganes, 4. mai 2023
Ruth Vang
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo