Veðurstova Føroya: Tað hevur verið eitt sindur av vindi í heyst og í løtum nógv avfall. Men enn hevur einki ordiligt illveður verið. Tað fer tað kanska at vera miðskeiðis í næstu viku.
Lat tað vera sagt beinanvegin, at hetta eru forsagnirnar í dag, sum røkka 4-5 dagar fram, og tá kann óvissan vera stór.
Eitt lágtrýst yvir suðurstatunum í USA fer í dag og í morgin eystureftur og so út yvir hav, haðani tað tekur leiðina ímóti okkum. Sum framrokningarnar eru í morgun, væntast tað at fara millum Føroyar og Ísland mikudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



