Oftari fólk siga 'faktiskt', færri sannroyndir eru í talu teirra
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Oftari fólk siga 'faktiskt', færri sannroyndir eru í talu teirra
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Veðurstovan: Um eitt samdøgur – t.e. um uppfaringartíð í morgin – fer eitt lágrýst at taka seg upp yvir Flemish Cape. Tað fer at ganga haðani í landnyrðing ímóti leiðini millum Skotland og Føroyar og fer eysturum leygarkvøldið.

Fyrstu tímarnar dýpist tað ikki skjótt, men frá kl. 13 í morgin til kl. 13 leygardagin er dýpist tað úr 999 hPa niður í 945 hPa.

54 hPa í 24 tímar. Tað er ótrúliga nógv. Dýpist tað 24 hPa í 24 tímar, kallast tað ein atmosferisk bumba. Hetta er meiri enn tvær ferðir so skjótt!

Tað fer at seta sín dám á veðrið í Føroyum við veksandi vindi av landsynningi leygardagin. Mesti vindur seint seinnapartin – upp í 20 m/s. Allan leygardagin og sunnudagin fer at regna – í støðum skulu vit rokna við glopraregni, sum kann hava áarføri við sær. Líka sum mikudagin í síðstu viku.

Leygarkvøldið gongur hann upp í landnyrðing, meðan vindurin minkar. Sunnunáttina kemur hann høgt, og so fer hann vesturum til útnyrðing restina av degnum.

Lágtrýstið fer eysturum 200 fjórðingar sunnan fyri okkum. Tað skal bert ein lítil broyting til, hvussu skjótt lágtrýstið gongur, ella hvønn veg tað fer, at veðrið leygardagin ella sunnudagin broytist munandi frá tí, sum er nevnt omanfyri. Nakað longur suðuri fer miðalvindferðin upp í næstan 30 m/s, og tað fer at raka Skotland og Norðurírland leygarkvøldið og ein stóran part av sunnudegnum.

Vit sleppa undan tí ringasta, siga forsagnirnar í morgun. Kemur lágtrýstið bert 100 fjórðingar nærri okkum, tá ið tað fer eysturum, er søgan ein heilt onnur. Vit fylgja við . . . .       

Hetta er triðja atmosferiska bumban yvir Norðuratlantshav í heyst. Tær báðar fyrru komu ikki so nær, at tær gjørdu tað nógva um seg í Føroyum. Illveðrið mikudagin í síðstu viku var ikki ein atmosferisk bumba, hóast hon gjørdu nógv um seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #