Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Í røðini av nýggjum evropeiskum arthouse filmum vísir Filmsfelagið tveir nýggjar týskar. Fyrri var ”Fabian”, ið bygdi á moralfábulin hjá Erich Kästner frá 1931. Henda seinna týska filmin, sum verður vístur 16. februar, hevur leikstjórin Maria Schrader (f.1965) gjørt. Hon gjørdi eisini Netflix-røðina ”Unorthodox”, og hevur vunnið fleiri virðislønir fyri nýggja filmin um dreymamannin, ”Ich bin dein Mensch”, ið er ein komedia, sum setur sær fyri at kanna, um til ber at skapa perfekta mannin.

Alma, sum býr í Berlin, arbeiðir á Pergamon savninum. Hon er einlig og stríðist við kensluna av einsemi.

Tí játtar hon varisliga, tá ein starvsfelagi spyr, um hon vil verða við í eini granskingarætlan, sum er at vera saman við einum nýggjum kærleiks-humanoid robotti - einum eftirgjørdum menniskja - at kanna, um robotturin er etiskt í lagi.

Robotturin, ið eitir Tom, flytir inn hjá Almu. Hann er bygdur akkurát sum Alma ynskir, og algoritmurnar eru lagaðar soleiðis, at sum frá líður skal hon fá tokka til hansara og verða beint fram forelskað. Alma er illgrunasom og fer við Tom, sum var hann einki annað enn eitt køksamboð.

Men ber til hjá Almu at halda kensluleysu frástøðuna, meðan algoritmurnar hjá Tom taka dik á seg?

Filmsfelagið, sum fyllir 60 í ár, vísir eina røð av nýggjum evropeiskum arthouse filmum, sum høvið ikki er at síggja aðrastaðni í Føroyum. Næsti evropeiski filmur er hin nýggjasti hjá spanska meistaranum Pedro Almodóvar. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.

16/2 kl 20:00 I’m Your Man (Ich bin dein Mensch, Maria Schrader, Týskland 2021, 108 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo