Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

BirkBloggur: Í morgun ger Tóroddur Poulsen vart við, at svenski týðarin Inge Knutsson er deyður, 67 ára gamal. Farin úr tíðini, sum sviar siga.

"Ein norðurlendskur meistari er farin", skrivar Kristianstadsbladet, sum hann í mangar mátar var partur av, eisini sum mentabloggari.

Mentablaðstjórin Sune Johannesson skrivar leygardagin: ”Hans engagemang stannade inte vid enskilda titlar, i mina ögon var han alltid en förnämlig ambassadör för att föra in litteraturen från till exempel Island och Färöarna till vårt land. Jag ser än idag ingen som språkligt kan konkurrera med honom. En mästare.”

Í september 2013 hitti eg Inge og sonin Esbjörn á bókamessu í Svøríki. Eins og pápin fæst sonurin eisini við bøkur. Teir hava báðir vitjað í Føroyum og Inge, sum var bókmentafrøðingur, hevur umsett nógv, eisini yrkingar, til svenskt, sum aftur eru fluttar í enskt mál, m.a. í útgávuni Modern Scandinavian Poetry 1900-1975.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo