Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin til og við november 2022 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 11,3 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 33% í mun til somu mánaðir árið fyri. Um skip og flogfør ikki verða tald við, er vøksturin 23%. Innflutningurin sær út til at verða komin í hæddina. Stóri vøksturin í innflutninginum, ið hevur verið seinastu mánaðirnar, er nú minkandi. 

Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt brennievni fyri 2,1 milliard krónur ella 75% meira enn sama tíðarskeið í 2021.

Vøksturin í innflutningi til beinleiðis nýtslu liggur um 1%, meðan vøksturin í tilfari til vinnulívið liggur millum 16 og 35 prosent fyrstu 11 mánaðirnir í 2022.

Tað er ymiskt, hvussu prísvøksturin ávirkar innfluttu nøgdirnar. Eitt nú sær út til, at minni verður innflutt av byggitilfari, flutningsførum og vanligum nýtsluvørum, meðan nøgdin av tilfari til hav- og landbúnaðin ikki er minkað, hóast stórur prísvøkstur hevur verið seinasta árið.

Í november 2022 varð innflutt fyri 223 túsund krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er byggitilfar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo