Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin fyri fyrstu sjey mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 6,9 milliardir krónur. Hetta er sløk tvey prosent minni enn sama tíðarskeið 2022. Um hugt verður eftir 12 mánaðar tíðarskeiðum, er innflutningurin minkaður góðar 800 milliónir krónur síðani februar, tá innflutningsvirðið var í hæddini. Slíka lækking hava vit ikki sæð síðani 2009. 

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.014,2 milliónir krónur fyrstu sjey mánaðirnar av 2023. Hetta eru 317,1 millión krónur, ella 23,8 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 187,4 milliónir krónur meira, sum er 45 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 110,3 milliónir krónur, ella 26,8 prosent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo