Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Samlaði vøruinnflutningurin var 9,3 milliardir krónur í 2021, hetta er 13,8% hægri enn í 2020.

Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið yvir 400 milliónir krónur í 2021. Hetta svarar til góð 43%, hóast nýtslan er áleið tann sama í 2021 sum í 2020. Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av rávøru til fiskavirking og 'maskinur og onnur útgerð'. Her vaks innflutningurin ávikavist 234 milliónir krónur og 237 milliónir krónur.

Innflutningurin úr Asia og Afrika veksur
Um ymisku landaøkini verða samanborin, vaks innflutningurin úr Asia mest í 2021. Tó er innflutningurin úr Afrika vaksin lutfalsliga mest seinastu árini. Seinastu 10 árini er innflutningurin úr Afrika vaksin við í miðal 20% árliga. Innflutningurin úr Afrika er nú næstan á hædd ið innflutningin úr Asia, og vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni.

Nógv innflutt av rávøru til fiskavirking
Lutfalsliga er rávøra til fiskavirking vaksin mest, nevniliga yvir 60%. Innflutningurin av feskum og heilum frystum fiski til virkingar vaks ávikavist 150 og 140 milliónir krónur í 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo