Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2023 til januar 2024 var 11,2 milliardir krónur. Tað eru 1,2 millardir krónur, ella 9,4 prosent, minni enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá februar 2023 til januar 2024 samanborið við undanfarna skeið.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 589 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Seinastu tíðina hevur prísurin ligið millum 5 og 6 krónur liturin.

Innflutningurin av matvørum og livandi djórum er vaksin 208 milliónir krónur ella 9 prosent. Hetta er fyri tað mesta fiskur til framleiðslu og alifóður.

Um vit hyggja eftir hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 492 milliónir krónur ella 9,3 prosent. Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 189 milliónir krónur, ella 4,1 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av brennievni, flutningstólum og líknandi til nýtslu í framleiðsluni. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo