Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mai 2021 til apríl 2022 var 10,5 milliardir krónur. Hetta er 27% vøkstur frá undanfarna skeiði.

Innflutningurin í apríl er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Størsti vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni, ið er vaksin 625 milliónir krónur ella 66,4%. 

Skipainnflutningurin er vaksin 552 milliónir krónur.

Innflutningurin av "maskinum o.a. útgerð", tilfari "til aðra framleiðslu" og "rávøru til fiskavirking" er vaksin 899 milliónir krónur ella 28%. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo