40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2022 til januar 2023 var 12,6 milliardir krónur. Tað eru 3,2 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá februar 2022 til januar 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur. Innflutningurin av brennievni er vaksin 938 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Nú er prísurin umleið 7 krónur.

Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 282 milliónir krónur ella 45,4 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutningurin 'til aðra framleiðslur',  stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo