Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Ungi flogbóltsleikarin hjá ÍF, Filip Ilic, hondbóltsstjørnuskotið úr H71, Jana Mittún og føroyska svimjitalentið, Elisabeth Erlendsdottir, eru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2021.

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður á Hotel Hilton, leygarkvøldið 05. februar 2022.

Filip Ilic hevur, sum bert 15 ára gamal, veruliga gjørt vart við seg á besta mannsliðnum hjá ÍF-flogbólti, har hann m.a var við til at tryggja ÍF sigurin í steypafinaluni móti Mjølni.
Eisini hevur hevur hann seinasta árið veruliga gjørt vart við seg á U18 landsliðnum. Til Eurovolley undankapping til EM herfyri kláraði Filip seg óvanliga væl og var ”best scorer” og ”best receiver” í bólkinum hjá Føroyum, umframt at vera ”best server” í allari undankappingini.

Flogbóltsamband Føroya hevur eisini valt Filip til ársins stjørnuskot seinasta kappingarár.

Jana Mittún, ið er 18 ára gomul og spælir hondbólt á besta kvinnuliðnum hjá H71, hevur kappingarárið 2020-21 av álvara sligið sítt navn fast bæði í Føroyum og uttanlands.

Í februar spældi Jana ein avgerðandi leiklut, tá hon og liðfelagarnir í H71 vunnu Faxe Kondi steypakappingina hjá kvinnunum í einari spennandi finalu móti Neistanum, umframt at hon hevur gingið undan í góðu úrslitunum hjá H71 í European Cup kappingini hjá EHF.

Á U19 landsliðnum var hon avgerðandi í W19 championship kappingini, har hon við 44 málum bleiv næstbesti málskjútti í kappingi. 

Í oktober fekk Jana eisini sín allarfyrsta landsdyst fyri Føroyar ímóti Rumenina í EM undankappingini.

Elisabeth Erlendsdóttur er 16 ár og svimur við Havnar Svimjifelag. Elisabeth hevur seinasta árið av álvara víst, at hon, hóast sín unga aldur, er ein av føroya bestu svimjarum.

Hennara framgongd hevur verið eyðsýnd seinastu árini, og hetta er komið orsakað av hennara stálvilja og ágrýtni til venjing og kapping.

Úrslitini í 2021 hava eisini verið framúr. Elisabeth gjørdist mest vinnandi svimjarin til FM á stuttgeil í novembur og setti eini føroyskt met í 50 metur rygg.

Hon vann bæði bronsu og silvur til NJM 2021 í Svøríki, og hon kvalifiseraði seg og luttók til HM í Abu Dabi í desember.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ eina peningaupphædd á 5.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 05. Februar kl. 20:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo