40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Oscarvirðislønti filmurin Minari er um eitt koreanskt húski, sum flytir til USA í 1980’unum. Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í USA.

Eftir at hava arbeitt hart í California í nøkur ár, flyta tey nú til Arkansas, har Jacob vil verða bóndi og fara undir egið landbrúk. Monica er ikki so fegin um avgerðina, og aftur at byrja eina nýggja tilveru á berum úr einum gomlum húsvogni.

Men hon uggar seg við at mamman, Soonja, skjótt kemur at ganga teimum til handa og at vera um børnini. Men hjá húskinum úr Korea er tilveran á bygd í USA ein mangan avbóðandi tilvera, sum tó eisini hevur gleðistundir við sær, treyðugt so.

Minari, sum er koreanskt orð og merkir persilla, sett í nýggja amerikanska jørð, byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung.

Í høvuðsleiklutinum sæst Steven Yeun, sum er kendur úr Burning og sjónvarps røðini The Walking Dead. Minari, sum í ár vann eina Oscarvirðisløn, hevur higartil vunnið 105 altjóða filmsvirðislønir og er í uppskoti at vinna 211 aðrar.

Marjun Lómaklett, sum umframt at vera sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, eisini er integratiónsprestur í Føroyum, fer at innleiða sýningina við Minari í Filmsfelagnum mikudagin hin 5. mai kl. 20. Sýningarnar eru almennar og atgongumerkjasølan er byrjað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo