Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

IRF: Í summar sendi IRF øllum limakommunum eitt tilmæli um at bjóða borgarum sínum tær sokallaðu bokashi-spannirnar. IRF hevur sett í verk eina stuðulsskipan, har felagsskapurin rindar helvtina av øllum Bokashi-settunum, sum limakommunurnar lata borgarum sínum.

Áhugin frá limakommunum vísti seg alt fyri eitt at vera stórur. Eysturkommuna, Vága kommuna, Hvannasunds kommuna og Sumbiar kommunu hava longu meldað nógv húski til, og væntandi fara fleiri kommunur at koma afturat.

Um bokashi
Við bokashi-tilgongdini ber til at hagreiða matleivdir í køkinum uttan at brúka posar og uttan at tøma spannina hvønn dag. Gerin, ið fylgir við settinum, inniheldur virknar smáverur (mikroorganismur), sum seta gongd á eina súrnan av matleivdunum. Gerin forðar fyri roti og tí eisini ringum lukti. Súrnan er eitt natúrligt stig, tá ið lívrunnið burturkast verður brotið niður. Áðurnevndu smáverur (mikroorgamismur) seta ferð á súrnanina, og tær forða eisini fyri, at spannin við matleivdum fer at lukta rotin.

Úrslitið av bokashi-tilgongdini er fyrstafloks sankutøð/bokashi.

Arbeitt verður við felagsloysn fyri endurvinning av matleivdum
Í løtuni kannar IRF møguleikarnar at gera eina felagsloysn fyri endurvinning av matleivdum í øllum økinum hjá IRF. Bæði møguleikarnir við industrikompostering og biogasframleiðslu verða kannaðir.

IRF fylgir neyvt við, hvussu onnur lond við somu fortreytum sum Føroyar gera, og vit vóna, at vit í 2021 kunnu koma við einum útspæli um, hvussu eina felags loysn fyri alt IRF-økið kann koma at síggja út.

Meðan vit bíða eftir felagsloysnini, vil IRF stuðla teimum kommununum, ið eru ídnar eftir at sleppa í gongd við endurvinning av matleivdum. Hetta verður gjørt við eini stuðulsskipan til bokashi, har IRF rindar 50% av øllum bokashi-settum, sum verða latin borgarum.

Meira kann lesast um bokashi her: www.irf.fo/bokashi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo