Fiskaríið er vánaligt, og helst kemur lítið upp á land hesa vikuna, heldur Fiskamarknaður Føroya.
Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tveir minni ísfiskabátar eru til fiskarí, annar vestanfyri og hin er á bankanum. Vantandi landa báðir síðst í vikuni. Eitt frystiskip er við Eysturgrønland, meðan fimm eru undir Føroyum.
Um útróðurin verður sagt, at fiskaríið er vánaligt og streymurin harður hóast veðrið annars er gott, so tí verður neyvan nógv hesa vikuna. Teir fáa annars mest av hýsu.
Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Annar djúpvatnstrolarin liggur, hin fiskar makel.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo