Spyr ikki, hvat land títt kann gera fyri teg. Spyr heldur, hvat tú kanst gera fyri land títt
- John F. Kennedy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Hesa lestrarhálvuna hevur Jóhannes Gísli Jónsson, professari, eitt skeið í føroyskum á Háskóla Íslands, og tað var í hesum sambandi, at føroyaferðin var fingin í lag. Umframt at kunna seg við ymist viðkomandi í Føroyum og at vitja støð og stovnar vitjaðu tey eisini á Føroyamálsdeildini og vóru við í tímum á deildini. Tey vóru ógvuliga glað fyri góðu móttøkuna allastaðni og serliga fegin vóru tey um høvið at vera við til føroyskan dans á Føroyamálsdeildini týskvøldið.

Fleiri av teimum nýttu eisini høvið at kunna seg neyvari um og savna tilfar til evni, sum tey arbeiða við á skeiðinum í føroyskum. Hjá flestum teirra var hetta fyrsta ferð til Føroya, so vitjanin var á so mangan hátt forkunnug. Hetta var eisini ein góður møguleiki at knýta bond millum tey lesandi á báðum stovnum, og tað ber vónandi boð um vaksandi samstarv millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetrið í framtíðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo