40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Týsdagin 5. apríl var íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni saman við Árna Skaale fiskimálaráðharra.

Hesa vikuna hevur íslendski fiskimálaráðharrin Svandis Savarsdóttir verið á vinnuferð í Føroyum saman við íslendsku alivinnuni.

Íslendski fiskimálaráðharrin nýtti í hesum sambandi høvi til at vitja Havstovuna, við tí fyri eyga at kunna seg um tað samstarv, sum er millum føroyskar og íslendskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni.

Marita Rasmussen stjóri greiddi frá virkseminum og endamálinum við Havstovuni og deildarleiðarin á Umhvørvisdeildini Karin Margretha H. Larsen greiddi frá áhugaverda granskingararbeiðnum av havstreymunum, sum gera tað liviligt í Føroyum og Íslandi og tað samstarv, sum er við íslendsku Havstovuna. Eydna í Homrum granskari á uppsjóvardeildini greiddi m.a. frá um árligu felags kanningingarnar at gera meting av norðhavssildastovninum, sum føroyska havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger saman við havrannsóknarskipum úr Íslandi og hinum grannalondunum.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo