Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á midnátt gjørdi Ísrael álvara av hóttanini og leyp á býin Rafah í Gazageiranum. Bumbur vórðu tveittar úr flogførum og rakettir skotnar inn í býin, samstundis sum herfólk fór inn í býin. Har funnu tey tveir gíslar, tveir eldri menn, sum vórðu tiknir gíslar í Yitzhak kibbutsini 7. oktobur, tá Hamas yvirgangskropparnir byrjaðu kríggið við at leypa á Ísrael og drepa 1.200 fólk og taka 240 gíslar.

Teir báðir menninir eru nú á einum sjúkrahúsi í Ísrael og hava tað eftir umstøðunum gott.

Tað kann ikki sigast um Hamas, sum skal hava ligið stórt mannfall undir bardøgunum í Rafah í nátt. Eisini eru minst 63 vanlig fólk í býnum deyð, sigur Al Jazeera. Eisini eru sjúkrahús í býnum á tremur av særdum, og hava ikki neyðugu útgerðina.

Sagt verður, at nærum 1,4 milliónir palestinensarar, nærum tveir triðingar av øllum teimum sum búgva í Gaza, hava leitað sær skjól í Rafah, sum higartil er sloppin snikkaleysur ímeðan bardagar hava verið aðrastaðni í Gaza.

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri (myndin) vil ikki gevast við álopunum, til allir gíslarnir eru fríaðir og Hamas hevur givið seg yvir treytaleyst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo