Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Í Føroyum eru nógvar eldsálir og á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll - leygarkvøldið 10. februar verður ÍtróttaELDSÀLIN 2023 funnin.

Hesi trý eru innstillaði:

Jón Brekku - Havnar Tennisfelag
Jón Brekku brennur av sonnum fyri tennisítróttini - bæði sum leikari, venjari, foreldur og nevndarlimur.

Seinastu mongu árini hevur Jón saman við øðrum eldsálum arbeitt fyri at útvega
tennisítróttini betri karmar og tikið stig til regluligar tennisvenjingar bæði úti og innandura. Miðvísa arbeiðið hevur havt stóran týdning fyri tað spírandi tennisumhvørvið, sum nú er í Gundadali.

Í dag er Havnar Tennisfelag eitt virkið felag við íðkarum í øllum aldri, og øll eru vælkomin. Venjingar og kappingar eru vorðnar fleiri, og fleiri venjarar hava tikið við. Kortini sært tú til venjingar javnan Jón við kettjara í hond. Við síni róligu medferð og neyvu vegleiðingum fær hann øll at taka tennis í álvara.

Tað er avbjóðandi at vera ein lítil ítróttagrein, ið bert hevur tveir leikvallir og sum er so tengd at veðrinum. Men eldsálirnar lata seg ikki køva – og Jón Brekku er ein teirra, ið hevur slóðað fyri, at fleiri føroyingar nú eru tennisíðkarar og -fjepparar.

Hæddarpunktið av ótroyttiliga arbeiðinum var, tá ið nýggja tennishúsið varð tikið í nýtslu í summar.

Fyri sítt megnararbeiði fyri tennis í Føroyum verður Jón Brekku tilnevndur til heiðurin Ársins eldsál 2024.

***

Jan Johannesen - Flogbóltsfelagið Dráttur
Jan Johannesen er í stóran mun hjartað í flogbóltsfelagnum, Drátti.

Hóast hann ongantíð sjálvur hevur spælt flogbólt, hevur hann stórt sæð verið á øllum postum í felagnum. Hann hevur verið sjálvboðið hjálparfólk, nevndarlimur, kassameistari og venjari. Hann skipar fyri kappingum, trivnaðardøgum, marathonflogbólti og stuðulstiltøkum. Hann skaffar stuðlar og bakar enntá køku til dystir.

Hann er íðin áskoðari úti sum heima, og sjálvt um hann stundum er einsamallur, smæðist hann ikki burtur, men heppar á Drátt allan dystin á tamb. Til heimadystir er Jan fyrsti maður at rigga til, og sama hvussu úrslitini laga seg, er hann altíð klárur við eini jaligari viðmerking aftan á dystin.

Til seinastu venjing undan jólum hjá bæði børnum og vaksnum plagar Jan at møta upp í leiklutinum sum jólamaður og bjóða øllum pakka. Tað er eisini Jan, sum tekur sær av at dagføra sosialu miðlarnar hjá felagnum og kunna um, nær dystir eru. Hartil hevur hann gjørt ein talgildan jólakalendara um flogbólt og flogbóltsleikarar.

Fram um alt syrgir Jan fyri, at øll kenna seg vælkomin – bæði tey, sum spæla við Drátti, og tey, sum koma at spæla ímóti Drátti.

Hóast uppgávurnar, sum Jan átekur sær, eru sera nógvar í tali, verða tær kortini altíð loystar við einum eyðkendum og smittandi smíli.

Fyri sítt stóra og ótroyttiliga arbeiði – bæði fyri ítróttin og trivnaðin – hjá børnum og vaksnum í Drátti verður Jan Johannesen tilnevndur heiðurin sum Árins eldsál.

***

Eyðdis Ellendersen -  Tvøroyrar Bóltfelag
Síðani Eyðdis Ellendersen á fyrsta sinni kom í nevndina hjá TB í 2003, hevur hon lagt nógva tíð og orku í at hjálpa Tvøroyrar Bóltfelag við øllum hugsandi viðurskiftum. Bæði í góðum og truplum tíðum.

Fyrstu árini hevði hon ungdsómsdeildina, men seinnu árini hevur hon havt ein fjøltáttaðan leiklut í starvsnevndini. Tað krevur nógv at reka eitt lítið felag sum TB - bæði praktiskt og fíggjarliga. Men Eyðdis er stórt sæð við til alt.  

Tá ið skipast skal fyri árliga fótbóltsskúlanum, við 150 børnum úr øllum landinum, er Eyðdis við. Tá ið skipast skal fyri luttøku í kappingum uttanlands, er Eyðdis við. Tá ið peningur skal savnast inn, eitt nú við dansi, basari, tombola, bingo, neytamykjuapping o.s.fr, ja, so er Eyðdnis við.

Hvørt sunnukvøld lesur hon tøl upp í Online Bingo, sum TB fann uppá undir korona, og til allar heimadystir hjá TB er Eyðdis í sving, antin hon stendur fyri at selja atgongumerki, lutaseðlar ella kaffi – ella við at varta leikarar upp áðrenn dyst ella eftir venjing.

Eyðdis sigur aldri nei, tá hon verður spurd. Heldur ikki til uppgávur, sum liggja uttanfyri hennara øki - til dømis í samband við leikarasáttmálar, fíggjarlig viðurskifti ella at bíleggja útlendskum leikarum ferðaseðlar. Eitt skifti var hon enntá forkvinna í TB.

Jaligi hugburðurin hjá Eyðdis smittar bæði nevndarlimir og hjálparfólk í felagnum og ger trivnaðin góðan. Hetta positiva huglagið í TB hevur við sær, at fólk uttanfyri vilja sleppa uppí felagsskapin.

Fyri sítt jaliga lyndi, stóra hjálpsemi og týdningarmikla arbeiði í TB verður Eyðdis Ellendersen tilnevnd til Ársins eldsál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo