Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroyingar eru ríkaðir av ómetaliga nógvum eldsálum, sum dagliga skapa karmar fyri okkara ítróttarfólk.

Meginparturin av arbeiðinum verður framt at sjálvbodnum eldsálum. Hesar eldsálirnar skulu vit verða sera takksom fyri. Tey eru øll við at gera Føroyar eitt betri land at búgva í, og tey leggja nógv gott eftir seg í okkara samfelag.

Fólkaflokkurin viðurkennir og vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiðinum, sum einstaklingar, ítróttarfeløg, skótar og onnur ítrivsfeløg gera fyri at menna okkara børn og ungdóm sálarliga, moralskt og kropsliga. Vit ynskja at stuðla sjálvbodnum virksemi á øllum økinum tí at sjálvboðið arbeiði lyftir, har tað almenna als ikki orkar.

Fólkaflokkurin ynskir ímillum annað:

- Geva frítíðarfelagsskapum møguleikan av velja MVG-skráseting frá

- Stuðla landsliðsarbeiði í ymiskum ítróttargreinum

- Stuðla úrvalsítrótti

- Stuðla breiddararbeiði í frítíðarvirkseminum

- At fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar

Ítróttur og onnur frítíðarítriv hevur stóra jaliga ávirkan á okkara samfelag. Eitt nú hevur Fólkaheilsuráðið víst á at ítróttur fyribyrgir kropsligum og sálarligum trupulleikum. Eisini fyribyrgir ítróttur og ítriv fráhaldni frá rúsdrekka og rúsevnum ímillum børn og ung. Góði felagsskapurin við at luttaka í ymiskum frítíðarvirksemi skal ikki undirmetast, tí hann tænir okkara samfelag í dag, og fer framhaldandi at gera tað.

Um eg fái títt álit, so fari eg at leggja orku í júst hettar arbeiði, og má politiska skipanin verða ein enn betri viðspælari á hesum økinum. Hettar er ein íløga í okkara børn, okkara lív og okkara land. Eg eri klárur yvir at alt kostar, men tað eru eisini viðurskiftir sum man ikki hevur ráð at lata verða við at brúka pengar uppá. Hettar er ein neyðug íløga í okkara landið í dag, vit skulu duga at raðfesta júst hettar økið enn betur.

Við vón um at eg fái tín stuðul, soleiðis at eg kann verða við at gera okkurt ítøkiligt við júst hettar hjartamálið.

Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo