Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

J. P. Gregoriussen & Anne Marie Gøricke hava framsýning í Galerie Focus í Havn. Framsýningin er opin til 12. november: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18.

Anne Marie Gøricke er fødd í 1948 í Ringsted. Um verkini hjá henni á framsýningini í Galerie Focus er at siga, at eftir herviliga, lívshóttandi sjúku, er hon framvegis í fyribyrgjandi viðgerð. Hesi viðurskifti, saman við hendingum á lívsleiðini, hevur leitt til, at hon brádliga aftur tók málarakynstrið uppaftur, sum ein greið avbjóðing mót sjúkuni, sum als ikki skuldi vinna á henni. Málað er við stórum mátti og dirvi, móti sjúkrahóttan, hetta endurspeglast í myndunum. Hon er øðrum til fyrimyndar, sum stríðast við hóttandi sjúku. Hon dittar sær tí til, og nógv hava eggja hana til at lata hesa framsýning upp í Galerie Focus. Myndatilfarið er alt vorði til seinastu tvey árini. Anne Marie Gøricke hevur sýnt fram í Norðoya Sparikassa (saman við Lydiu Petersen) 1999. Á Norðoyastevnu 2000. Galerie Focus 2012 og 2014.

J.P. Gregoriussen er føddur í 1932 í Havn. Hann er útbúgvin arkitektur í 1960 og stovnaði saman við øðrum Arkitektafelag Føroya í 1981. Hann hevur sett sín serliga dám á byggilistina í Føroyum, bæði sethús, skúlar og nógvar aðrar spennandi bygningar til dømis Listaskálan í Havn. Hann hevur sýnt fram sínar tekningar síðan 1962, millum annað ferðatekningar úr útheiminum. Palli hevur altíð verið sera góður við sín føðibý, Tórshavn, og mangan teknað Havnina. Palli hevur eisini útgivið bøkur við egnum tekningum, serliga kendar eru bøkurnar um kirkjurnar í Føroyum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo