
Mynd: Kringvarpið

Mynd: Kringvarpið
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur funnist at, hví hvør hanus og janus er sloppin framat mikrofonini í KVF at úttala seg um seinastu útlutingina av kvotum, men sjálvur er hann ongantíð spurdur um nakað sum helst.
Sunnudagin skrivaði Jacob Vestergaard á sínum Facebook vanga: - Tjóðveldi í Løgtinginum og Tjóðveldi í Kringvarpinum halda áfram við sínari viðgerð av Fiskimálaráðnum, uttan at tann, sum verður ákærdur og dømdur, sleppur til orðanna.
Og kanska vóru tað hesi orðini sum fingu Una Holm Johannesen frá Kringvarpinum suður í stovuna hjá fiskimálaráðharranum at gera eina longri samrøðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo