Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Góði Jakku! Saknurin er stórur, nú tú ert farin um sýn. Vit baldust her uppi á Heiðaskákinum í nærum 53 ár og búðu hús um hús og sóust hvønn dag. Børn okkara vuksu upp her uppi í sera barnavinarligum umhvørvi.

Vit báðir høvdu nógv at tosa saman um, tá dagurin var liðin og mangt um smádreingjárini í 1930/40 á Strondum og í Kvívík, tá lítið og einki barst frá.millum strev og stríð í teim føroysku bygdunum, sum vit báðir vuksu upp í.(hann 31/81929-eg 14/12-1930) - Jakku misti pápan við Verdandi í 1944. Tá hekk alt húsið á hansara herðum.

Tey vóru átta systkin og eitt systkinabarn sum var ættleidd. Umleið 15 ára gamal fór hann til skips við skyldmanninum, Bartali í Kass, ið átti og førdi Austerlitz.

- Mangan segði hann mær, at alt ið hann forvann, var latið til húsið og familjuna. Einki kundi leggjast uppfyri til hansara víðari útbúgving. Kortini var hann so væl at sær komin, at hann tók stýrimansprógv og fór at sigla við norskum skipum.

- Seinni legðist hann uppi og fekk starv sum tollari, har hann var til hann legði frá sær fyri aldur.

Kona hansara, Hannemia, ið var eini fimm ár eldri, doyði 81 ára gomul 2005. Hon var ættað úr Sumba.

Tey fingu fýra børn saman, og øll eru tey væl og virðiliga undan komin og hava gjørt vart við seg.

Jakku var ein virkin og arbeiðssamu rmaður. Hann hevði bát og róði út. Mangan sá eg fiskagreipur hanga á trøunum undir trappuni hjá okkum - uttan at hann segði frá. Eg plagdi at lívga(lígga)hann við einum kjøtbita. Hann var als ikki smátøkin!

Hesi seinastu árini var heilsan farin at bila. Hann fylgdi væl við, ið øllum sum fyriførst, og hvønn morgun fór hann við bili sínum oman í Vágsbotn at vita, hvat teir sum avreiddu har høvdu fingið og hvar, teir høvdu verið.

Sjónin var farin at bila, so hann kundi ikki koyra bil.

Eg beyð mær so til at koyra hann til tey ymsu støðini, hann plagdi at vitja og forvitnast um, og tað var so í eini tvey ár.

Hann var sanniliga áhugaður í øllum, bæði millum síni og samfelagið yvirhøvur.

Hesa seinastu tíðina gekk bara niður á bakka. Nú orkaði hann ikki longur.

Góði Jakku. Vit fara at sakna teg. Hvíl í friði.

Ívar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo