Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Veiða av makreli (grønt) og sild (reytt) hjá Jákup Sverra

Kort yvir økið har makrelkanningarnar verða gjørdar. Kanningarøkið hjá Jákup Sverra er merkt við hvítum strikum á kortinum. Kósin hjá Árna Fríðriksson er blá, Ceton turkis, Eros grøn og Vendla gul. Kanningarnar í kanningarøkinum vestur móti Grønlandi byrja seinni

Havstovan: Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið nakað darvaðar av veðri, hevur Jákup Sverri higartil tikið 19 støðir. Á hvørji støð verður trolað eftir makreli og sild, umframt at æti- og umhvørviskanningar eisini verða gjørdar.

Makrelveiðan í hvørjum háli hjá Jákup Sverra hevur ligið millum 2 kg og 20 tons, meðan lítið hevur verið fingið av sild, sí Mynd 1.

Kanningarnar eru í tíðarskeiðinum 30. juni -7. august, og í løtuni eru Árni Fríðriksson úr Íslandi, Vendla og Eros úr Noregi og Ceton úr Danmark úti saman við okkum, sí Mynd 2. Øll skipini brúka sama slag av multpelt-troli, sum er ment til makrelkanningar. Trolúrslitini frá norsku skipunum síggjast her.

Veiða av makreli (grønt) og sild (reytt) hjá Jákup Sverra

Kort yvir økið har makrelkanningarnar verða gjørdar. Kanningarøkið hjá Jákup Sverra er merkt við hvítum strikum á kortinum. Kósin hjá Árna Fríðriksson er blá, Ceton turkis, Eros grøn og Vendla gul. Kanningarnar í kanningarøkinum vestur móti Grønlandi byrja seinni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo