Havstovan: Ekkókanningar av brislingi á Skálafirði og Tangafirði eru gjørdar við Jákup Sverra í tíðarskeiðinum 22.-24. apríl 2021.
Brislingur var at síggja mest sum allastaðni, har dýpið var meir enn áleið 25 m. Tað var heldur meir av brislingi at síggja á Tangafirði enn á Skálafirði.
Um dagin sást brislingurin í smáum torvum nær botni og sum størri stimar uppi í sjónum. Støddin á fiskinum, sum stóð niður móti botni, var blandað, mest tvey ára gamal fiskur, meðan skriftin, sum sást upp móti vatnskorpuni, var smáur ársgamal brislingur.
Í skýmingini lyfti brislingurin seg upp frá botni og loystist heilt upp í vatnsúluni.
Eingin lodna var fingin á túrinum, og sostatt er lodnan, sum var fingin í kanningunum fyri einum ári síðani, ikki at síggja í ár. Tó var lodna fingin fyrr í ár á yvirlitstrolingunum á Landgrunninum, so óvist er, hvar hon er farin.
Túrfrágreiðingin kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo