Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 24/3-7/4 2021

Kósir og trolhál hjá øllum fimm luttakandi skipunum í kanningin í 2021

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 24/3-7/4 2021

Kósir og trolhál hjá øllum fimm luttakandi skipunum í kanningin í 2021

Havstovan: Jákup Sverri er júst liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. Fyribilsúrslitini vísa, at umleið sama nøgd av svartkjafti er í føroyskum øki í ár sum í 2019 – vegna koronu varð eingin kanning gjørd í fjør. Sunnan fyri markið, var svartkjafturin at síggja eystanfyri, fram við írsku og skotsku hellingini, og sera lítið úti á djúpum sjógvi.

Við nýggja skipinum var ætlanin at kanna eitt størri øki enn vanligt hevur verið við Magnusi Heinasyni, men ringa veðrið darvaði kanningunum, og tí varð økið eystan fyri oyggjarnar ikki kannað í ár. Annars royndist skipið sera væl í stóru aldunum.

Støddin av svartkjaftinum var blandað. Trý ára gamal og eldri fiskur var suðuri við Hebridurnar og tvey ár og eldri sunnan fyri Wyville Thomson Ryggin. Í bankarennuni norðan fyri ryggin meginparturin óbúgvin 1-3 ára gamal fiskur.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Samlaða nøgdin av svartkjafti frá øllum skipunum verður roknað á teldufundi 26-28 apríl.

Les alla frágreiðingina her.

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 24/3-7/4 2021

Kósir og trolhál hjá øllum fimm luttakandi skipunum í kanningin í 2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo