At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú kennast vit tríggir somikið væl, at eg kenni meg sannførdan um, at vit í politiskum høpi eru samdir um tað mesta, og ongin skal dadla okkum fyri, at vit ikki aksla okkara skinn við bulin í stevnuskrá floksins frá 1948. Fyri mítt viðkomandi havi eg verið limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í dastið av hálvari øld, og eg kenni onki til, at vit sum valevnir í Eysturoy fingu ein metrosexuellan lurk niður á nakkaspikið, um vit ikki fylgdu harraboðum frá øðrum. Limir og valevnir skilmarka og allýsa ein demokratiskan flokk sum Tjóðveldisflokkin, stevnan og stevnumiðini eru hugsjónarligu vitarnir, og ongin eigur rættin fram um nakran annan at revsa onkran, sum av sjálvsagdum orsøkum hevur eina støðu, sum onkur annar ikki hevur. Og lat meg gera vart við, at eg stuðli Eiriki í Jákupsstovu í hansara sjónarmiðum um framhald av fiskiveiðisamstarvinum millum Føroyar og Russland, og staðfestast kann eisini, at eg ætli mær at velja eitt av valevnum floksins eystanfyri Sundalagið. Kann ætla, at tey øll taka undir við sjónarmiðunum hjá Jákupsstovu í hesum ítøkiliga málinum.

Tað er ongin loyna, at Petur Reinert var mín stóra politiska fyrimynd sum ungur maður, og hann gjørdist seinri eitt slag av einum nestori fyri mítt viðkomandi. Sum fiskimálaráðharri flutti hann, saman við Atla løgmanni, fiskimarkið út á 200 fjórðingar. Harvið hevði tjóðin tryggjað sítt búskaparliga spísikamar. Sum smádrongur minnist eg sovjetisku sildabátarnar, sum krokaðu á Gøtuvík, í 50 og 60´unum, í stóran mun mannaðir við kvinnum, táið Sovjet hevði mist ein stóran part av mynstringarførum monnum í stríðum ímóti nazistisku bølmennunum á eysturfrontinum. Sum fráleið fluttu øll lond fiskimørkini út á 200 fjórðingar, og tað mundi vera eitt tilvitað val hjá Peturi og Atla, at teir ynsktu at “spjaða váðan” við at gera fiskiveiðisáttmála við Sovjetsamveldið. Í 1977.

Ein annar, sum mangan var mær góður í ráðum og ávikum, var hin sálaði Finnbogi Ísakson. Gloymi ongantíð hesi hansara ráð: “Hevur tú valt at gerast partur av heimsins skitnasta handverki, sum politikkur er, fert tú meiri enn einaferð at dálka tær fingrarnar.”

Tann frægari er verri, tók ein glyvramaður einaferð til um tveir ólátaðar beiggjar. Hvør mafia er frægari ella verri, tann sum stendur undir Putin ella Zelenskyj, tað veit onkur meiri um enn eg. Hinvegin kann ein fremmand hernaðarlig innrás, um tjóðskaparlig mørk, undir ongum umstøðum góðtakast ella verjast. Tí standa øll, við vanligum skili og viti, undir liðuni á ukrainum í hesum døgum. Ongin ivi er um tað, og tí eiga ukrainar at fáa alla neyðuga hjálp, eisini frá okkum, til tess at steðga hesi vitleysu atsóknini.

Hóast russar høvdu fiskað dúgliga í føroyskum øki frammanundan, gerst veiðan skipað millum londini frá 1977 at rokna. Bilateralir sáttmálir eru gjørdir millum Føroyar og Sovjet/Russland síðan, og samskiftið og samstarvið hevur verið frágera gott, ikki minst hinum legendariska konslinum Árna Dam, sála, fyri at takka. Teir einastu sum mótmæltu frá byrjan vóru maoistarnir úti á Reyni. Minnist meg rætt skipaði OFML, Oyggjaframi marx-leninistar, fyri mótmælisfundi, tá bilaterali sáttmálin við Sovjet var undir landi. Sovjet hevði svikið ta røttu læruna, revisionistar við statskapitalismu, fráfalnir frá rættari trúgv, vit áttu heldur at fylgja og elta slóðini hjá Mao, Pol Pot og hinum miskunsama onklinum Enver (Hoxha).

Í øll hesi ár hevur ongin annar enn marx-leninistarnir í Skrivarastovu havt trupulleikar av hesi sínámillum avtaluni. Sovjet gøllhelt einum stórum parti av Europu hesi árini, - uttanfyri síni egnu landamørk. Berlin, Tallin, Riga, Vilnius, Warszawa, Minsk, Prag, Budapest, Kiew, Sofia, Titsinau, Bukarest o.s.fr. Meðan føroyingar samstarvaðu við Sovjet, fingu politisku skipaninar í hesum høvuðsborgum ikki eitt bein til jørðini, ja, tær fingu ikki vent sær, uttan at Kreml annaðhvørt hevði givið boðini ella góðkent tað, sum vasal-leiðtogararnir ætlaðu at fyritaka sær. Ongin mótmælti uttan maoistarnir, Pol Pot fjeppararnir og Hoxha trúgvu soldátarnir út á Reyninum.

Sovjetiska skipanin syndraðist av roti – eitt totalkollaps. Ein av fáum lutum, sum ikki fall í fallinum var gamla fiskiveiðiavtalan, sum nú varð konverterað til at vera ein avtala millum Føroyar og Russland. Alt gekk sum eftir ánni. Putin gjørdi innrás í Ukraina í 2014, tók Krim, minnist ikki at nakar føroyskur flokkur fekk ilt í afturpartin av hesum, tíverri, og hóast Tjóðveldisflokkurin sat í einari lyklastøðu frá 2015 – 2019, við fiskimálaráðharranum og varaløgmanni, hoyrdist ikki eitt kis um, at annekteringin av Krim var ein trupulleiki fyri Tjóðveldisflokkin, heldur tvørturímóti. Í juni 2017 heitti føroyski fiskimálaráðharrin á Runavíkar kommunu um at skipa fyri samkomu og døgverða fyri russiska fiskimálaráðharranum Ilya Shestakov í Skótahúsinum. Tað gekk upp á stás og lagið var gott. Trý ár eftir fyrru russisku innrásina í Ukraina. Merkti ongan politiskan divergens tað kvøldið – tvørturímóti.

Nú hevur pípan so, eftir øllum at døma, fingið eitt annað ljóð. Abbasonur Jákupsstovumannin, hann sum sat einsamallur eftir á tingi, táið donsku harraboðini komu eftir krígslok, og sum stríddist manniliga saman við Erlendi og øðrum fyri at fáa meiriluta fyri loysingini á fólkaatkvøðuni í 1946, hevur dittað sær at halda, at vit eiga at endurnýggja fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland. Fagnaður onkustaðni og háðanarróp aðrastaðni - serliga í exportfátæka miðstaðarøkinum. Oddviti floksins sigur í viðtalu við socialdemokratisku propagandamaskinuna in.fo: “Eingin skal ivast í, at Tjóðveldi hevur eina greiða støðu til málið. Og tann støðan er, at sum støðan er nú, eigur fiskivinnusamstarvið ikki at verða endurnýggjað.” Harvið skuldi man hildið, at Havnin hevur volað eiðismannin í Klaksvík.

Er Tjóðveldisflokkurin vorðin so toppstýrdur, at valevni í Klaksvík, á Eiði ella í Heiðunum mega suspendera sína hugsanir, og harvið ikki sleppa at leggja tær fram á torg, so hava vit eina risastóra avbjóðing, sum fer at líkjast systeminum hjá onklinum Enver.

Avtalan millum Føroyar og Russland snýr seg um, at sama mongd av proteinum kann fiskast innanfyri hvør síni fiskimørk. Russland hevur ongan fyrimun av hesum, tá vit fáa tað sama í árliga býtinum. Til tað eru skipini eisini ætlað. Ein annar fyrimunur er, at londini í Norðurhøvum fáa hildið skil á, um fiskiveiðan er burðardygg – tað sum einaferð var ein stórur trupulleiki. Hesum hava norðmenn eisini tikið hædd fyri, nú teir endunýggjaðu fiskiveiðiavtaluna við Russland fyri 2023.

Um nakar kenna klaksvíkingar til eina støðu, har stígur kemur í fiskiskapin á fjarleiðum. Seglhúsið, sum hevði ein heilan flota á Flamingjagrunni (Flemish Cap), kom í óføri, táið Føroya landsstýrið tók undir við at totalfriða bankan. Har var ongin hjálp at heinta, og hetta stolta felag fór út av ørvarendanum. Tí verður heldur ikki bíðað eftir nakrari hjálp úr Tinganesi í hesi syftuni.

Velji at trúgva, at støðan til málið í Tjóðveldisflokkinum er avleiðing av einari taktiskari manøvru hjá formanninum, fyri at seta kílar í eina samgongu, sum nú hevur siglt seg upp á turt, eini samgongu sum ongantíð megnaði at taka støðu til nakað sum helst, heldur ikki til hetta málið. Tí fyriliggur nú ein nýggj støða.

Og tí eiga Jákupsstova og Hoydal at vera samdir um at vera ósamdir um hetta málið. Hetta eigur at bera til, tá teir eru stillaðir upp í hvør sínum jørildi, sum eru so ólík, at teir fyri tann skuld kundu verið uppstillaðir í hvør sínum landi.

Farið nú øll á val og veljið Tjóðveldisflokkin – gott val.

Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo