Í juni mánaða 2016 hevur Jan Terjé Simonsen, Sørvági framsýning á listavegginum í EIK Banka í Miðvági.
Jan Terjé sigur frá:
Havi málað síðan eg var barn. Best dámdi mær tað blanka pappírið, har eg við oljukriti og blýantum kundi fáa júst mína mynd fram.
Sum árini liðu, gjørdi eg meir ella minni við at tekna, men seinastu árini havi eg so at siga altíð gongd í onkrum.
Best dámar mær tað abstrakta, tí har finni eg bestu møguleikarnar at úttrykkja tað eg síggi, hugsi, eins og eg kenni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo