Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Framskák: Tøknifyritøkan Framskák hevur verið í stórari menning seinastu tíðina, og fær nú eina nevnd við Jan Ziskasen á odda. Hann fer í næstum undir at manna nevndina. 

- Eg haldi, at Framskák er ein spennandi fyritøka við stórum møguleikum. Fyritøkan hevur eisini stóran týdning í Føroyum, og tí eri eg sera spentur uppá uppgávuna, sigur Jan Ziskasen, nevndarformaður í Framskák.

- Við Jan Ziskasen hava vit ein nevndarformann við drúgvum viðkomandi royndum, sum kunnu koma Framskák til góðar í tilgongdini at røkka teimum málum, vit hava sett okkum fyri 2024 og komandi árum, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri í Framskák.

Framskák hevur síðani 2013 veitt tøkni til føroyska vinnulívið, og víðkaði í 2021 munandi um virksemið, tá fyritøkan keypti Teldutænastuna.

- Uppgávan hevur verið at flætta virksemið saman og fáa eitt úrslit burturúr tí, sum er unikt í Føroyum. Tað hava vit megnað, og eru nú farin til verka við eini nevnd, sum vit skulu styðja okkum uppat og sparra við.

Framskák virkar innan tey trý kjarnuøkini tøkni, verkseting og røkt, og hevur sum mál at gera arbeiðsdagin hjá føroysku fyritøkunum smidligari. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo