Janus Jacobsen – unglingur enn, hóast farið var um áttatiára hvarvið tann 1.10.2023.
Tí ungur í sinninum er hann, sum fáur – ella eingin. Sama ektaða, vinarliga lyndislag og so fullur av skemtisøgum og við einum ómetaligum minni í ogn.
Serstaka skemtilyndið finst í faðirleggi av Húsum, og tað framúr minnið er tiltikið í móðurætt av Trøllanesi.
Ein finnur vist ikki slíkar skemtiligar “originalar” í teim føgrum bókmentunum við teim somu óbroytiligum lyndiseyðkennunum – eisini meðan tær harðastu royndir leika á.
Hittinorð og skálkabrøgd Janusar eru óteljandi. Her eittans dømi:
Fyri 10 árum síðani var Janus staddur Kjøpinhavn, og tá fekk hann so hervilig sjúkuherðindi, at lívið knappliga reið á einum aldukambi. Hann mátti brádliga leggjast undir hættisliga skurðviðgerð, har ið bæði beinini blivu tikin av undir knæ og fingrarnir á báðum hondunum styttir.
Har lá hann so. Sjúkrasystir tók støðugt blóðroyndir, meðan hon legði honum eina við, at um hann føldi sær nakað, so endiliga at siga frá, tí støðan var sera, sera hættislig!
Men hvussu skuldi hon vita, hvør ið jassur Janus var? Hetta, ja, sjálvt her, kundi hann ikki lata vera við at spæla teimum eitt puss (!).
Tí lítla løtu eftir datt høvdið á Janusi knappliga framyvir! Og hon sprakk á føtur - millum slangur og kolbur - eftir hjálp, sum streymaði til, men tá lá tann “deyðkomni” sjúklingurin bara og brosaði(!).
Tá segði yvirlæknin: “Ham der, han kommer til at overleve, med dette overskud af humor!”
Tey læknaligu útlitini vóru annars ikki føgur, helst kom Janus at sita í rullistóli framyvir ella kanska kom at ganga so nøkulunda við høkjum um eini tvey ár.
Men so varð ikki, eitt hálvt ár eftir hetta gekk Janus fattur við beinprotesum og skemtaði í Klaksvík sum vant og sang saman við øðrum á ymsum café-mótum við síni ljósu rødd. Og sum hann ger enn hvørja viku.
Minnist hvussu hugtikin Magnus Dam Jacobsen, skald og høvundur (1935 - 1978) var eftir einaferð at hava hitt Janus: “Hann er føddur sjónleikari!”, segði Magnus.
Hetta við originalunum (positivt meint) er rættiliga snedigt. Ein klaksvíkingur, átøkur Janusi í práti (alt annað líka) var Óli hjá Hans Davidi (Óli P.) (1936 - 2022). Havi kent báðar væl frá blaðungum av.
Báðir hetta til felags, at nær tú hitti annan teirra, sjálvt ein slavnan gerandisdagin, so glógvaði straks ein gyllini sólarglotta av ótømandi søgum við skemtiligum huglagi - bæði í litum og innihaldi!
Og so gávuríkir og lítillátnir við, báðir. Eingin hávi ella hugur til at gera seg upp ella forherliga seg sjálvan, sum annars var tann vanligasta gamlamannasjúkan, sambært P. W. Háberg (1914- -1984) - ein annar originalur við - og ivaleyst enn er tað størsta talentið, sum talari, ið vit hava átt – og sjúkan er: “Tit - ein ótilfriðstillað forfongiligheit!”, segði Petur.
Nú býr Janus í Leirvík. Nærindis einkabarni teirra, Hjørdis, ið er gift har við Holgari, og tey eiga tríggjar dreingir: Janus, André og Dánjal.
Raskur og fimur hevur Janus altíð verið og virkin allar dagar sum skipasmiður, sjómaður, navigatørur og so mangt annað.
Janus er giftur við Hannilenu. Og tað var gott. Tí betri konu kundi hann ikki fingið.
Og alt gott fylgi tær, Janus, framyvir og tínum kæru í takksemi fyri mangar gyltar løtur og ár.
Arnstein Niclasen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo