40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Jarðfeingi: Jarðfeingi er vertur fyri stórum fundi um kortlegging av evropeiskum havbotni í døgunum frá 23. til 25. mai. Fundurin er partur av verkætlanini EMODnet Geology, har eini 65 luttakarar úr yvir 30 strandalondum í øllum Evropa luttaka.

Emodnet hevur sum endamál at savna og vísa dátur frá havøkjum í Evropa í sambandi við havdýpi, jarðfrøði, lívfrøði og mong onnur evni. Fundurin, sum verður hildin á Hotel Føroyum, savnar jarðfrøðistovnar frá strandalondum í øllum Evropa, og fundurin snýr seg um at vísa jarðfrøðina á havbotninum, sum øll londini savna til verkætlanina.

Verkætlanin EMODnet er fíggjað av ES, og úrslit frá samstarvinum síggjast millum annað á portalinum hjá verkætlanini:  https://emodnet.ec.europa.eu. Verkætlanin hevur savnað kortini yvir havbotnin í einum teldutøkum atlassi við heitinum “European Atlas of the Seas”, har tað ber til beinleiðis at síggja dátur, sum í løtuni eru tøkar hjá øllum at síggja.

Hósdagin 25. mai fer ferðalagið ein túr til Vágarnar, Streymoynna og Eysturoynna, fyri at kunna seg um serstaka landslagið og jarðfrøðina í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo