Javnaðarflokkurin: Javnaðarflokkurin er vælfyrireikaður til valstríð, og flokkurin hevur ein greiðan politikk, sum hann vil at fremja.
- Vit eru sera spent at leggja fram okkara ætlan fyri einum lættari, bíligari og grønari gerandisdegi fyri allar føroyingar. Vit vilja bjóða øllum at koma í Løkshøll týsdagin at hoyra, hvat vit ítøkiliga fara at gera eftir valið, sigur Javnaðarflokkurin.
Tað verður formaðurin Aksel V. Johannesen, sum leggur valskránna fram. Allir miðlar eru bjóðaðir til framløguna, og eisini verður høvi at hitta okkurt valevni eftir tíðindafundin.
Framløgan er almenn og allir føroyingar eru hjartaliga vælkomnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo