Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hetta sigur Aksel V. Johannesen, men tað vita vit øll, tí teirra umboð er bara ein ørindadrongur hjá Mette Frederiksen

Aksel V. Johannesen hevur verið løgmaður í 4 ár og sigur seg nú verða fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum.

Hví hevur hann ikki gjørt tað, tá hann hevði valdið.

Hann minnir um Tjóðveldi.

Hevur allar loysnir í andstøðu, men megnar einki við valdinum í hondunum.

Fleiri landsstýri hava roynt at fingið avtalu við danir um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum. Men danir hava avvíst.

Fólkatingsumboðini hava ikki rætt hond frá síðu. Tey umboðini hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin havt í nógv ár.

Sær út sum er Aksel V. Johannesen bergtikin av paraduuppskotum frá Tjóðveldi.

Men tað er ikki nokk.

Eitt Fólkatingsumboð má hjálpa landsstýrinum.

Tað vil Fólkaflokkurin.

Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo