Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hans Jacob Thomsen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, leggur í lesarabrævi harðliga eftir formanni Sambandsfloksins. Men gjøgnumgangandi kann sigast, at tølini sum hann leggur fram í lesarabrævinum eru rættiliga skeiv.

Tingmaðurin sigur, at tá undanfarna samgonga tók við, hevði landskassin eitt avlop á slaka hálva milliard, og at tá valskeiðið var liðugt var avlopið vekk.

Bæði tølini eru skeiv. Avlopið í 2019 var 428 milliónir krónur, og í 2022 var tað 195 milliónir krónur. Í tíðini millum hesi árini lá landið mestsum lamið orsaka av korona, og sjálvandi hevði tað sína ávirkan. Men við góðari stýring komu vit munandi betur ígjøgnum hetta tíðarskeiðið enn nakað annað land, og tað kunnu vit bara fegnast um.

Nógv av tí sum Hans Jacob Thomsen finst at í lesarabrævinum eru átøk sum hansara egni flokkur hevur atkvøtt fyri. Millum annað sigur hann, at frádrátturin til lærlingar var ikki fíggjaður. Tað uppskotið bleiv einmælt samtykt í løgtinginum bæði við aðru og triðju viðgerð. Tað sama er galdandi fyri hækkaðu pensjónirnar, sum góvu pensjónistunum meira at liva av. Tá var Javnaðarflokkurin meira ivasamur og atkvøddi blankt.

Um íløgurnar sigur Hans Jacob, at tær “spolaðu avstað.” Hann sigur, at tær tvífaldaðust úr 400 milliónum til 800 milliónir í undanfarna valskeiði. Aftur her brúkar hann skeiv tøl. Íløgurnar í 2019 kostaðu 454 milliónir og á fíggjarlógini fyri 2022 stóðu 566 milliónir krónur til íløgur. Og aftur mugu vit spyrja, hvørja av gjørdu íløgunum hevur Javnaðarflokkurin atkvøtt ímóti?

Og um hugt verður eftir tølunum frá Búskparráðnum, so er tað er sjón fyri søgn, at tá landskassin í 2018 hevði hægstu íløgur nakrantíð, tá var tað Javnaðarflokkurin, ið sat við borðendan!

Tingmaðurin nevnir síðani forskattingina av pensjónum. Hann sigur, at hon hevur skeiklað langtíðar haldførið við 600 milliónum krónum og meira um árið. Verandi samgonguflokkar plaga at siga, at forskattingin flutti 300 milliónur krónur fram í tíð, men hetta talið hevur Hans Jacob nú faldað við tvey.

Hans Jacob Thomsen gloymir at nevna, at Sambandsflokkurin var við til at seta í verk tvungna pensjónsuppsparing, sum hitt størsta átakið fyri at betra um framtíðar haldførið!

Seinni sigur Hans Jacob Thomsen, at CEF samgongan hevði fíggjarligt skil, men hann gloymir at siga, at hesar 300 milliónirnar um árið eru taldar við í úrslitinum. Um CEF samgongan ikki fekk forskattaðu krónurnar á inntøkusíðuna, so hevði landskassaúrslitið verið 1,2 milliardir krónur lakari enn tað var.

So alt í alt má sigast, at Hans Jacob Thomsen brúkar nógv skeiv tøl, hann gloymir, at Javnaðarflokkurin hevur tikið undir við tí, sum sambært honum ikki er gott, og góðu úrslitini stava millum annað frá forskattingini av pensjónum.

Sambandsflokkurin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo