

Við góðu gongdini hjá Javnaðarflokkinum í veljarakanningunum hjá Spyr.fo, so skula ikki so nógvar veljarakanningar til afturat at flokkurin verður einasamallur á tingi.
Javnaðarmiðilin Sosialurin hevur nú biðið Spyr.fo gera eina veljarakanning - beint upp undir landsfundin hjá Sambandsflokkinum - og vísir hon, nú úrslitið fyriliggur, at Javnaðarflokkurin er komin upp á knappan triðing av tingsessunum, meðan Sambandsflokkurin bara tódnar.
Í nýggju kanningini hevur Javnaðarflokkurin tikið tveir tingsessir frá Sambandinum og tann einasta tingsessin hjá Sjálvstýrinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo