Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
Politikkur

Bjarni Kárason Petersen hevur ført fram, at samgongan hækkar skattin, tí ætlanin um at javna skattastigan ikki verður sett í verk beinanvegin.

Tað haldi eg vera eina villleiðandi framseting.

Trupulleikin við einum stigvaksandi skattastiga, sum stendur óbroyttur ár eftir ár, er júst, at lønarhækkingar og prísvøkstur flyta fólk longur upp eftir skattastiganum – eisini hóast keypiorkan ikki er vaksin samsvarandi.

Úrslitið er, at skattatrýstið kann vaksa, uttan at Løgtingið hevur samtykt eina nýggja skattahækking.

Tí arbeiðir samgongan við einari skipan, har skattastigin frameftir skal javnast árliga. Aksel V. Johannesen hevur eisini upplýst, at endamálið er, at inntøkuskatturin hjá vanliga løntakaranum ikki skal vaksa ár undan ári bara av hesi orsøk.

Tá javningin kemur í gildi, er hon sostatt ikki ein skattahækking. Tvørturímóti merkir hon, at skatturin verður lægri, enn hann hevði verið, um skattastigin sjálvur framhaldandi varð standandi óbroyttur.

Tað serliga áhugaverda er, at hetta als ikki er eitt nýtt sjónarmið. Ruth Vang staðfesti sjálv fyrr í ár, at skattastigin í Føroyum ikki verður javnaður, og at tað hevur við sær, at fólk við tíðini verða skattað harðari.

Fólkaflokkurin legði eisini í 2024 uppskot fram um at javna skattastigan á hvørjum ári við lønar- og prísvøkstrinum.

Tí er tað eitt sindur løgið nú at gera sjálva javningina av skattastiganum til eina søgu um skattahækking.

Ein kann sjálvandi kjakast um, nær javningin eigur at koma í gildi, og um hon eigur at vera størri ella minni.

Tað er eitt reelt politiskt kjak. Men tað er nakað annað enn at kalla eina skipan, sum skal forða fyri sjálvvirkandi øktum skattatrýsti, fyri eina skattahækking.

Nógv skal ein hoyra, áðrenn oyruni detta av.

Fróði Magnussen umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #