Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Tað er við stórari gleði og eyðmjúkleika at vit í dag kunnu boða frá, at heimskendi íverksetin, filantropurin og stovnarin av Amazon, Jeff Bezos, hevur keypt Fishfacts & Aquafacts fyri ikki upplýsta upphædd, boðar FishFacts frá.

- Vit megnaðu at kollvelta keyp og sølu á netinum við Amazon, samtíðis sum vit hava gjørt stór framstig í rúmdarferðavinnuni við Blue Origin.

- Við keypinum fáa vit tvær flugur í einum: digitalan platform til fiskivinnuna og okkara fylgissveinar kunnu fylgja fiski- og alibátum kring heimin, sigur Jeff Bezos, stovnari av Amazon.

Hanus Samró, parteigari av Fishfacts og Aquafacts, fegnast um avtaluna.

- Jeff hevur altíð verið ein fyrimynd. Eg gleði meg til at arbeiða og læra av tí besta. Eitt orðatak sigur: eyguni geva tær atgongd til sálina. Men tað er eisini møguligt at døma ein mann eftir glæmuni á skallanum, og tað er eingin loyna, at skallin á Bezos skyggir bjartari enn teir flestu. Tí var tað eisini at løtt avgerð, sigur Hanus Samró, partaeigari.

Avtalan kemur í gildið 1. apríl 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo