Formaðurin í Miðflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaðurin Jenis av Rana fær nú tann ivasama heiður at verða tilnevndur at fáa ársins nýggjárstosk frá Ekstrablaðnum.
Blaðið velur hvørt ár nøkur út, sum redaktiónin metir hava uppiborið at fáa nýggjárstoskin, tí tey hava traðka við síðuna av. Og uppí hetta selskapið er so Jenis av Rana sloppin í ár.
Lesararnir atkvøða um, hvør av teimum tilnevndu skal fáa ársins nýggjárstosk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo