Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í morgin verður nýggjur lækni í viðtaluni hjá Jenis av Rana í Gundadali, tí á miðnátt gevst Jenis av Rana sum kommunulækni í Tórshavnar kommunu.

Tað váttar Jenis av Rana fyri VP í kvøld.

Jenis av Rana varð settur í starv sum kommunulækni í 1995, og hevur síðani tá fyrst starvast fulla tíð og síðani hálva tíð, tá ið krav kom um at løgtingslimir bert kundu starvast hálva tíð í almennum starvi.

Tann 15. september 2019 gjørdist Jenis av Rana landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og frá tá av var hann í farloyvi sum kommunulækni, og hevur verið tað til 1. mars 2023.

Men Jenis av Rana hevur kotini okkurt at tríva í, tí hann er framvegis løgtingslimur og formaður í Miðflokkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo