Fríggjadagin var aðalfundur í P/F Smyril Line. Í nevndina vóru valdir Arne Joensen, Tummas Justinussen, Hendrik Egholm og Jens Meinhard Rasmussen.
Nevndin skipaði seg við Tummas Justinussen sum formanni.
Nevndin hevur heitt á Jens Meinhard Rasmussen um at halda fram sum stjóri í felagnum, og Jens Meinhard hevur takkað fyri álitið.
- Eg eri glaður fyri álitið at standa á odda fyri Smyril Line og øllum dugnaligu starvsfólkunum, ið starvast her. Hetta er ein fyritøka, ið eg kenni væl. Eg havi verið í nevndini síðan 2008 og nevndarformaður síðan 2011, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo