Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er ein forrættur at kunna prædika evangeliið um Jesus Krist í tí almenna rúminum. Beri eina tøkk til til ta politisku skipanina og flokkarnar í Løgtinginum.

Í mínari tíð sum biskupur hava verið kirkjumálaráðharrar úr fimm politiskum flokkum: Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum.

Hóast frávíkjandi sjónarmið í stakførum hevur biskupur havt eitt fyrimyndarligt samstarv við landsstýrisfólkini og Mentamálaráðið. Virðingin hvør fyri øðrum hevur verið tónin. Svá er framvegis.

Mikukvøldið 19. oktober 2022 skipaði Háskúlin í Nesvík fyri einum fakligum kvøldi í Løkshøll í Runavík. Evnið var: Átrúnaður í tí almenna rúminum og politikki.

Eitt sera væl eydnað kvøld. Sakligt orðaskifti, faklig upplegg og eitt høviskt politiskt orðaskifti. Ein løta við virðiligum samskifti.

Soleiðis skal tað vera eftir mínum tykki! Við mega mennast til kynstrið hóvliga at viðgera viðkvom mál. Gudfrøði, politikkur og etisk evni vórðu umrødd. Ætlanin var ikki at náa fram til eitt felags úrslit. Ætlanin var at umrøða tað, ið fjøld av fólki er upptikin av.

Eri hugtikin og ikki sørt stoltur av, at Háskúlin í Nesvík hevði dirvi at skipa fyri hesum fakliga kvøldinum.

Eri í upphavi runnin av somu rót. Missiónin á Strondum legði gott í beinini á okkum, ið vóru børn og ung. Kærleikin til missiónina er ongantíð viknaður. Fekk sjálvur ein annan pall og eri burturav virkin í fólkakirkjuni saman við nógvum dugnaligum samstarvsfeløgum bæði leikum og lærdum.

Hinvegin er tað gott, at sjónarringurin varð víðkaður í kallinum Eystan Múla. Í dag eru øll kristin – t.d. hvítusunnusamkoman, karismatiska rørslan og Brøðrasamkoman – mínir andsfelagar. Eyðvitað er okkurt, ið skilir, men semjan og gleðin í Jesusi Kristi er 100 ferðir størri enn tað, ið skilir. Tað er júst hetta, ið telur! Hetta er sakin!

Hetta kvøldið í Løkshøll vórðu eisini nøkur evni umrødd, ið áður hava verið tabu, t.d. fosturtøka, samkynd og avbjóðingar fólksins í tíðini. Biskupur tók frástøðu frá allari harðrendari og niðrandi framferð, kúgan og mannajagstran.

Tað er óbúgvið at fella ein einvísan dóm yvir eina kirkju, ein politiskan flokk ella eitt ávíst øki í landinum. Tað glógvar altíð onkursvegna í onkrum og so mongum.

Biskupur er sannførdur um, at átrúnaðurin ikki einans er ein privat søk. Vit ferðast í tí almenna rúminum og bera alt okkara arvagóðs ella hugsan við okkum, tá ið vit fara frá húsum út í tað almenna rúmið.

Átrúnaðurin er myndandi eins og onnur hugsjón og tíðarrák. Hóast vit royna at vera objektiv og almenn, er altíð onkur smøl hugsan í hugans loynikróki.

Tað loyniliga er vandamikið, tí tað er ókent. Tað, ið er alment, verður lagað til umstøðurnar. Heimurin hevur sæð ræðandi fylgir av innistongdum átrúnaði enntá í Norðurlondum í hesari øldini.

Sum borgarar í samfelagnum og í tráð við sáttmálan hjá Sameindu Tjóða frá 1948 kann kristnin virka í tí almenna rúminum við boðskapinum um Jesus. Sama rætt hava øll onnur.

Tað er uppgávan hjá myndugleikunum at skipa rúmið skilvíst millum borgararnar, so eingin felagsskapur, kirkja ella samkoma verður útihýst. Ein vegleiðandi frymil kann vera støddin á “felagsskapinum” sammett við siðvenju og góðkendar leiðreglur innan fólkaræði.

Boðskapurin um Jesus er gagnligur í tí almenna rúminum, tí Guðs orð eru ein lívgandi styrki til sálarliga vælveru. Óendaligi kærleiki Guðs til hin einstaka er verdur at boða inn í tíðina, har vit – børn, ung, vaksin og aldrandi – stríðast við eitthvørt til likams ella sálar.

Evangeliið um Jesus er svarið til nógvar truplar spurningar, hóast eingin orsøk er at undirmeta aðra frøði, t.d. førleikan hjá læknum og sálarfrøðingum. Lærdómur og vitan eru Guðs gávur til mannaættina. Tað er misfataður kristindómur, um vit tilbiðja tvørrandi vitan ella fávitsku.

Í Løkshøll varð nomið við eitt hugtak, ið sjáldan verður umrøtt í tí almenna rúminum.

Tíbetur verður ljós varpað á likamliga og sálarliga heilsu. Serfrøðin minnir okkum á at verða likamliga virkin. Vit verða lærd at eta heilsugóðan mat. Vit verða mint á at liva tilvitað, skilvíst og ansa eftir strongd, so vit ikki gerast sjúk.

Mikið gott og frálíkt! Eitt kærkomið framstig, ið gagnar teimum flestu.

Men eitt fánar burtur í røðini av neyðugum átøkum. Vit skammast við at minna á ta andaligu heilsuna. At vit mega søkja okkum andaliga heilsubót.

Her kunnu kristnar kirkjur og samkomur koma á vøllin og vísa á tað, ið Halgabók sigur um samleika, lívsinnihald og menniskjans óendaliga virði. Vit eru elskað, avhildin og fevnd av Guðs kærleika.

Tíverri finnast likamliga og sálarliga frísk fólk, sum als ikki trívast í teirra annars góðu og tryggu umstøðum. Kann tað hugast, at tað avgerandi ískoytið til bata er andaligur trivnaður og andalig heilsa?

Hvussu hava vit tað andaliga? Amen.

Orðið: “Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.” (Jóhannes 6,63).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo