Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í mai varð 2. byggistig av verkætlanini hjá IRF úti í Nýggjheiðum boðið út, og J&K Petersen vann útbjóðingina. Fyritøkan hevur eisini staðið fyri 1. byggistigi av verkætlanini, sum í høvuðsheitum fevndi um at gera økið byggiklárt.

2. byggistig skal vera liðugt í oktober 2022, og tá verður nýggja tyrvingar- og rottangaplássið hjá IRF sostatt klárt at taka í nýtslu.

Samlaða verkætlanin kostar oman fyri 100 mió. kr.

Um verkætlanina
Nýggja plássið verður úti í Nýggjheiðum í Kvívík. Staðsetingin er vald út frá tí góða og slætta lendinum, og so verður plássið eisini í hóskandi frástøðu frá bygdum øki. Nógv orka er løgd í at laga verkætlanina so væl til lendið sum gjørligt.

Nýggja plássið verður mett at kunna nøkta tørvin komandi 30 árini. Hetta skal sjálvandi takast við ávísum fyrivarni sæð í mun til samfelagsgongdina og menningina á endurnýtsluøkinum sum heild.

Arbeiðið flytur innandura
Nýggja støðin verður stór og nýmótans samanborin við tey tyrvingarplássini, sum vit kenna til í dag. Við at taka ímóti burturkasti innandura kann IRF leggja seg eftir einans at tyrva í góðum veðri og á henda hátt forða fyri, at burturkast fýkur í náttúruni.

Samstarv millum Tórshavnar kommunu og IRF
Nýggja tyrvingar- og rottangaplássið er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu. Verkætlanin er ikki knýtt at eini samanlegging við Tórshavnar kommunu, men eins og á nógvum øðrum økjum innan burturkast- og endurnýtslu hevur tað víst seg, at samstarvið partanna millum hilnast væl og lønar báðum pørtum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo