40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Í fjør hátíðarhelt felagið, at tað vóru 50 ár síðani Jóannes Thomsen byrjaði virsemið í Fuglafirði. Miðvíst menningar- og søluarbeiði hevur gjørt, at alsamt fleiri kundar brúka vørur og loysnir frá JT electric. Eisini útlendskir kundar hava tikið tøknina frá JT electric til sín. Sølan til útlendskar kundar vaks nógv í 2022, og er hetta ein týðandi partur av samlaðu søluni. Fyri samtakið liggja umleið 61% av søluni uttanfyri Føroyar. Við dótturfelagnum Sterner Aquatech UK Ltd røkkur samtakið betur inn á skotska marknaðin við vørum og tænastum. Dóttirfelagið í Póllandi stendur serliga fyri størru verkætlanunum við fóðurflakum.

Soleiðis sigur leiðslan í frágreiðingini og leggur afturat, at hon hevur góðar vónir til úrslitið í 2023.

Tølini hjá JT electric siga søguna um eina fyritøku í vøkstri, sum, gamaní hevur fingið okkurt nosið á vegnum, men samanumtikið seinastu árini hevur havt ein sunnan rakstur og trivaligan vøkstur. Soleiðis lógu nærum 18 mió kr eftir á botnlinjuni eftir skatt í fjør. Tá høvdu starvsfólkini fingið 14,4 mió kr í løn og landið 2,5 mió í partafelagsskatti.

Fíggjarstøðan javnvigaði við smáum 123 mió kr, harav stívliga 73 mió kr vóru eginogn.

Stjóri er Suni Justinussen. Tað var hann sum í gjár varð valdur til ársins leiðara hjá privata vinnulívinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo