

Republikanararnir tevja blóð, nú tað er komið fram, at tað var ikki bara fyrrverandi forsetin, republikanarin Donald Trump, sum ikki kendi mun á tínum og mínum tá tað kom til loynilig skjøl. Sitandi forsetin, Joe Biden, hevur nevniliga eisini havt fleiri loyniliga stemplaði skjøl í síni varðveitslu, er komið fram seinastu dagarnar, og tí vilja republikanararnir nú hava eina umfatandi kanning við húsarannsókn, eins og tað hendi hjá Donald Trump.
FBI gjørdi millum annað húsarannsókn í heiminum hjá Donald Trump Mar-a-Lago í Palm Beach í Florida í fjør, og har vórðu funnin yvir 100 loynilig skjøl. Trump kallaði kanningarnar ímóti sær fyri politiska gívrajagstran.
Eftir at fleiri loynilig skjøl, sum Joe Biden hevði í síni varðveitslu, komu undan kavi í gjár, hevur formaðurin í Fregnartænastunevndini í Senatinum, demokraturin Mark Warner, sagt, at hann vil hava eina kunning um málið.
Samstundis eru FBI og statsadvokaturin í Chicago farin at kanna málið, og amerikanski løgmálaráðharrin, Merrick Garland sigur, at hann umhugsar at lata einum serligum ákæra málið, eins og hendi tá loyniligu skjølini hjá Donald Trump vórðu funnin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo