Tórshavnar kommuna: Herfyri varð arbeiðið sett í gongd at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaga. Og í dag varð endaligur sáttmáli undirskrivaður.
Talan er um uppseting av 6 Enercon vindmyllum á 3MW, tilsamans 18MW, sum fara at framleiða tað, sum svarar til 16% av dagsins framleiðslu hjá SEV. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum.
Hetta er sostatt eitt stórt grønt stig tann rætta vegin. Tað tók langa tíð at fáa øll loyvi. Kommunurnar partur hevur verið at leiga lendið og at vera byggimyndugleiki.
Talan hevur verið eitt framúr gott samstarv og í dag varð endaliga avtalan millum Tórshavnar kommunu og Pf. Flatnahaga undirskrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo