Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bæði Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard vilja hava málið um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina aftur í nevnd.

Grundgevingin er, at løgtingslimirnir vilja sleppa at síggja frágreiðingina hjá landsstýrinum, áðrenn ein støða verður tikin í málinum.

Løgmaður segði í svari til Johan Dahl í dag, at fyrisitingin viðger í løtuni spurningin um innlit skal latast í frágreiðingina, sum landsstýrið hevur gjørt.

Tí hildu Jørgen og Jacob, at málið skal fara aftur í nevnd, so øll løgtingsfólk og føroya fólk sleppa at síggja frágreiðingina, áðrenn støða verður tikin í hesum álvarsama málið.

Fylg orðaskiftinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo