Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinasta løgtingsvalskeið stríddist Javnaðarflokkurin við Aksel Johannesen sum løgmanni á odda saman við Tjóðveldi og Framsókn fyri at gera hjúnabandið kynsneutralt beint ímóti allari kristnari siðalæru, sum samfelag okkara í øldir hevur bygt á.

Og Sjúrður Skaale hjálpti væl til við spurningum á Fólkatingi.

Hetta málið trýstu Javnaðarflokkurin,Tjóðveldi og Framsókn ígjøgnum Løgtingið, hóast fólkakirkjan og øll onnur trúarsamfeløg staðiliga mótmæltu.

Og nú er tað frí fosturtøka, sum er á skránni, og sum Javnaðarflokkurin eftir øllum at døma roynir at slóða fyri í Føroyum.

Bæði Aksel Johannesen og Sjúrður Skaale hava alment boðað frá, at teir taka undir við fríari fosturtøku, og Sjúrður brúkar danskar pengar fyri at seta málið á skrá í Føroyum.

Vit síggja eisini, at frí fosturtøka er eitt høvuðsevni hjá Mette Frederiksen, og danska stjórnin tekur undir við tí óhugnaligu áheitanini hjá WHO um óavmarkaða atgongd til fosturtøku.

Hetta er ræðandi!

Verði eg valdur á Fólkating, fari eg at stríðast ímóti hesum!

Jógvan á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo