Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Klaksvíksleiðin tekur sær av flytigóðsi, bæði fyri fyritøkur og privatpersónar.

Fyritøkan hevur tveir vørubilar koyrandi millum Tórshavn, Eysturoy, Vágar og Klaksvík, og annars um allar Føroyar, har landfast er, hvønn gerandisdag.

- Undanfarni eigarin Jan Danielsen vendi sær til okkum og segði, at hann ynskti at steðga við Klaksvíksleiðini av ymsum orsøkum. Hann spurdi um vit vóru sinnaðir at yvirtaka Klaksvíksleiðina og so gekk skjótt.

- Klaksvíksleiðin er ein væl rikin fyritøka, ið hevur ment seg nógv seinnu árini. Møguleikarnir fyri vøkstri eru nógvir, so vit fara undir hesa verkætlan við góðum treysti, sigur Jógvan Skorheim.

- Vit yvirtaka Klaksvíksleiðina í dag uttan at gera stórvegis broytingar. Fyrstu bilarnir eru longu farnir avstað sín fyrst túr við pakkum o.ø til okkara viðskiftafólk. Vit eru kappingarførir og ynskja at veita bestu tænastuna til okkara kundar, sigur Jóhann Lützen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo