

Tað tók Fjarskiftiseftirlitinum yvir eitt ár at fáa eina grannskoðarafrágreiðing frá Føroya Tele, og í prosessini var Fjarskiftiseftirlitið stevnt av Føroya Tele fyri at biðja um at fáa frágreiðingina.
Men Fjarskiftiseftirlitið gavst ikki so og málið endaði í Landsrættinum, men áðrenn nakar dómur fall fekk Fjarskiftiseftirlitið frágreiðingina frá Føroya Tele.
Og tað er júst henda frágreiðingin hjá grannskoðara hjá Spekt, sum grannskoðar Føroya Tele, sum stjórin í Fjarskiftiseftirlitinum, Jógvan Thomsen, nevndi í Degi&Viku í kvøld, at Fjarskiftiseftirlitið viðgerð í løtuni.
Í sendingini segði Jógvan Thomsen millum annað, at hann longu nú kundi siga, at frágreiðingin prógvar at óheftni ikki er uppá pláss, fyri at brúka hansara egnu orð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo