Havstovan: Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.5oo kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki ella merktan fisk inn farna árið.
Jóhan hevur latið Havstovuni seks merktar toskar í ár, og eftirsum mann fær tríggjar lutaseðlar fyri hvønn merktan fisk, hevði hann sostatt 18 lutaseðlar við í lutakastinum.
1 fiskamerki = 1 lutaseðil
1 merktur fiskur = 3 lutaseðlar
Lutakastið varð hildið á fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum, har Petur Steingrund fyrst hevði eina framløgu um nýggj innlit, ið merkingin, saman við øðrum kanningum, hevur givið um tosk nær landi.
Aftaná framløguna dróg Jens Martin Knudsen tann vinnandi seðilin, og Bjarni Háberg Andersen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.
Vinnarafiskurin
Merkti fiskurin, sum Jóhan vann lutakastið við, var ein toskur, sum varð merktur vestan fyri Mykines 30. september 2024, tá hann var 70 cm langur.
Fiskurin varð fiskaður norður-eystur úr Føroyum av trolbátinum ”Jens Leon” 19. mars 2025, áleið sjey mánaðar aftaná, at hann varð merktur. Fiskurin hevði framvegis somu longd, og vektin var eisini nakað tann sama, 3556 gram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



